Eitt lík verður funnið í eini kjallaraíbúð í Norðmýrini. Líkið av einum eldri manni, einum helviti av einum ódjóri. Onkur hevur skilliga beint fyri honum. Erlendur yvirløgreglumaður hjá rannsóknarløgregluni í Reykjavík og samstarvsfelagar hansara fáa málið í hendur. Skjótt kemur undan kavi at hin myrdi hevur lagt eina slóð av neyðtøkum og yvirgangi eftir seg um alt Ísland. Men offrini hjá honum eru kortini fleiri enn bert tær neyðtiknu kvinnurnar. Avkomið undan beistinum og eftirkomarar teirra fáa eina syndarliga lagnu.
Mýrin er ein sjáldsama væl spunnin krimisøga, fjøltáttað og spennandi, skrivað við sálarfrøðiligum gløggskygni og neyvum ansi fyri samfelagsviðurskiftum.
---
A corpse is found in a basement apartment in Norðmýri. It’s the body of an older man, a hell of a monster. Somebody has clearly done away with him. Erlendur, the police chief at the criminal investigation department in Reykjavik, and his colleagues are given the case. It soon comes to light that the murder victim has left a trail of rapes and terror behind him across Iceland. But his victims are however more than the women who were raped. The monster’s descendants and their offspring are given a tragic fate.
"Jar City" is a remarkably well-spun thriller, diverse and exciting, written with psychological shrewdness and precise observations of society.