Hjarta myrkursins er ein illkøld og skakandi frásøgn um ræðuleikar, ið fara fram í Kongo tað tíðarskeiðið, tá ið hjálandaveldi koma í hæddina í 19. øld.
Søgan viðger ta ørkymlan, sum búskaparliga, samfelagsliga og politiska eyðræningin í Afrika hevur við sær.
Samstundis fáa vit innlit í ta skelkandi framferðina, sum hetta elvdi til.
Frásøgumaðurin Marlow ger ferð niðan ígjøgnum Kongoá fyri eitt belgiskt handilsfelag. Djúpt inni í landinum hittir hann tann gátuføra Kurtz, sum er fílabeinshandlari og onkursvegna hevur fingið støðu sum gudur ímillum íbúgvarnar har á leiðum. Kurtz er á sín hátt hugtakandi, men vekur samstundis djúpastu andstygd.
Har stendur Marlow andlit til andlits við allan tann rotinskap og alt tað ráðaloysi, sum býr í hjartanum á hesum menniskjum.